Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri hesa vikuna. Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er tó smáligt. Teir fiska mest av hýsu.
Bara ein línubátur kemur at landa í vikuni. Hann hevur mest tosk og hýsu. Ein byrjar túr nú, meðan restin liggur við bryggju. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Annar djúpvatnstrolarin fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Hann landar helst miðskeiðis í vikuni.
Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er hamuligt.
Sjey trolbátar eru til fiskarí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo