Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Fýra frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Grønland. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Streymurin verður harður, men veðrið verður gott fyri tað mesta, so vit væta nógvan útróður. Nakrir fara helst út á Føroya Banka.

Tríggir ísfiskatrolarar fiska svartkalva við Føroyar og ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar eisini svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verið brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.

Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo