Innsent: Tað eru nógvir sangir um hjartasorg og eyman kærleika. Men eitt hatskt skeldarí, har tvey ákæra hvønn annan fyri bæði líkt og ólíkt, passar ikki inn í stovuhitan hjá teimum, sum vilja hoyra bleytar røddir syngja um tað góða og vakra, sum býr í tær og mær.
Tað eru tey bæði Ågot og Jón, sum við tí harða lagnum og tí lítið romantiska orðafloymanum “Fingið nokk av tær” ið geva einum lítið fyrimyndarligum lívi og tí vánaliga krepparakta parforholdinum, ein beint frammaná.
Føroyski gittarsultanurin, Mikkjal Hvannastein hevur bankað tónleikin upp á pláss og av hægstu tónatindum skrálar Karl Martin Samuelsen saman við tí munnhøggandi sangparinum.
Hesin ikki Steintór Rasmussen sangurin stendur at verða skrivaður í hansara navni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo