Sørvágs kommuna: Partar av bústaðarøkinum í Mykinesi hava ikki havt gøtuljós, men í gjár kom broyting í, tá teir nýggju ljóspelarnir á Sodnhúsvegi vóru tendraðir. Arbeitt verður við at betra um ljósføringina aðrastaðni í bygdini. 11 ljóspelar eru í hesum umfarinum settir upp í Mykinesi.
Grótlaðarnir frá Basalt eru lidnir á hesum sinni. Teir hava laða garðar uppaftur í Bø, og hava lagt umleið 450 metrar afturum. Ætlanin er at halda áfram at bøta um bøgarðarnar komandi ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo