Nú skúlarnir byrjaðu aftur eru nakrir skúlar sum ikki hava nakran stjóra ella fyrsta lærara.
Í Vestmanna vóru fimm umsóknir til starvið sum skúlastjóri, fýra kvinnur og ein maður. Hjá Undirvísingar- og Mentamálaráðnum vænta tey, at starvið verður sett áðrenn mánaðurin er liðin.
Í Kvívík vóru 8 umsóknir, seks kvinnur og tveir menn søktu, men starvið har verður helst ikki sett fyrr enn einaferð næsta mánaða, verður upplýst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo