Skúlablaðið: Skúlin á Skúlatrøð skal hava nýggjan skúlastjóra eftir, at Vagn Foldbo, sum hevur verið stjóri í nøkur ár, er farin í annað starv, skrivar Skúlablaðið.
Starvið sum skúlastjóri á Skúlatrøð verður sett frá 1. sept. 2024 ella sum skjótast eftir tað. Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1.-10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.
Á Skúlatrøð er eisini móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í Norðoyggjum.
Umframt vanligar skúlafyrisitingarligar uppgávur hevur stjórin eisini neyvt samstarv við trivnaðardeildina í Klaksvíkar kommunu, sum umsitingarliga varðar av kommunala parti skúlans, umframt við aðrar deildir.
Starvið er sáttmálasett og flokkað í lønarflokki 40.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 59.675,57 kr. umframt 17% í eftirløn, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo