Filmsfelagið: Mikudagin vísur Filmsfelagið franska filmin "Førført" við Juliet Binoche í høvuðsleiklutinum. Hon spælir eina 50 ára gamla fráskilda kvinnu, sum ger ein falskan profil á Facebook, tá 24 ára gamli elskarin eisini fer frá henni.
Gitte Klein, sálarfrøðingur, fer at innleiða sýningina. Hon er aktuell við bókini "Talgilda framtíðin".
Filmurin verður sýndur við frástøðu í biografinum, har annaðhvørt rað er tómt og stólurin til viks eisini er tómur.
Í samráð við heilsumyndugleikarnar verður mælt til at brúka munnbind, tá komið verður inn í gongina at heinta atgongumerki. Munnbindið kann takast av, tá tú situr í biografhøllini. Spritt til hendurnar stendur frammi.
Væl møtt í at síggja film í felag í tryggari frástøðu í biografinum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo