Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Vit eru í Italia í seytjandu øld, tá sótt og deyði eru í landinum. Benedetta Carlini (1591-1661), sum júst er farin í kleystur, fær kollveltandi dreymasjónir og skakandi opinberingar. Í guddómligum sjónum fær hon áeggjan at liva tráanina eftir makt og kynsligari nøktan fult út.

Benedetta er saman við eini aðrari nunni í kleystrinum og tað fáa tær dóm fyri.

Filmurin byggir á bókina “Immodest Acts: The Life of a Lesbian Nun in Renaissance Italy” (1986), sum søgugranskarin og fyrrverandi weysleyski metodistapresturin, Judith C. Brown (f.1946), hevur skrivað.

Í Filmsfelagnum hava vit áður víst ”Elle” (2016) eftir Paul Verhoven (f.1938). Mest kendur er hann fyri “RoboCop” (1987), ”Total Recall” (1990) og ”Basic Instinct” (1992).

Danski filmsútleigarin Another World Entertainment sigur um filmin: ”Paul Verhoeven følger op på ”Elle” med en maksimalistisk og barok fortælling, hvor intet forbliver helligt.”

Høvuðsleikarin, Virginie Efira, var eisini við í “Elle”, eins og framleiðarin Saïd Ben Saïd, handritahøvundurin David Birke, klipparin Jobter Burg og tónaskaldið Anne Dudley. Charlotte Rampling, sum hevur vitjað í Føroyum, sæst eisini í filminum sum systir Felicita, abbadissa.

”Benedetta” varð frumsýndur í høvuðsskránni í Cannes í fjør, og hevur skapt nógva umtalu fyri eksplisitta innihaldið. Filmurin hevur 15 ára aldursmark í Noregi, sum er einasta grannaland, ið higartil hevur víst hann.

02/03 kl. 20:00 Benedetta (Paul Verhoeven, Frakland/Niðurlond, 2021 131 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo