Í fjør var Árni nummar eitt við sanginum "Tá Eg Sá Teg", sum varð mest spældi sangur í útvarpinum, og nú hevur hann so gjørt ein nýggjan sang ið kallast ”nummar 1”.
Hesaferð hevur Árni samstarva við Filip á Smið. Filip kenna vit frá sanginum ”Precious Dime”, sum Filip saman við øðrum gav út í sambandi við eina tónleika verkætlan. Filip syngur sangin og Árni leggur rødd til í niðurlagnum.
Sangurin er lættur at syngja við til og lagið fellur sera lætt í oyra. Sangurin snýr seg um at hava sjálvsálitið í ordan, og at verða glaður fyri at verða tann man er.
Julian Andreasen hevur staðið fyri upptøku og tí teknisku uppgávuni.
Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo