Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna er væl fyri, so hon fer at megna tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Ein fortreyt fyri allari menning, fyri øllum veruligum, varandi framburði, er ein sterkur kommunubúskapur.

Vit hava sett okkum fyri at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, sum er fremjandi fyri virksemið í kommununi. Har peningurin í mest møguligan mun sleppur at arbeiða breitt í samfelagnum.

Í fíggjarætlanini fyri 2022 er høvuðsdentur lagdur á eitt vælskipað og uppraðfest eldraøki, við nýggjum ellis- og røktarheimi og eldraíbúðum, og útbyggingum á dagstovnaøkinum. Harafturat privatar og kommunalar útstykkingar í stórum tali, sum megna at møta teimum krøvum sum metstóri fólkavøksturin hevur við sær.

Eldraøkið verður framtíðartryggjað og normeringin hækkar. Harafturat vilja vit skapa størri lívsgleði í gerandisdegnum hjá okkara eldru. Starvsfólk eru sett, sum við stimbrandi virksemi kunnu skapa betri innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum, og sum kunnu samskipa tað sjálvbodna virksemið á eldraøkinum.

Somuleiðis lyfta vit røktarøkið, við at styrkja starvsfólkaorkuna.

Bústaðurin er miðdepilin hjá familjuni. Hann er savningarstaðurin fyri tryggleika og trivnað í familjulívinum. Tí vilja vit hava fjølbroyttar og bíligari bústaðir.  

Fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu er tann størsti í landinum. Bæði viðvíkjandi tilflyting og øktum barnatali. Og tað er at fegnast um. Fólkavøksturin er eisini grundarlagi undir búskaparvøkstrinum.

Tørvurin á tænastunum frá kommununi er øktur munandi, og vit skulu tryggja støðuga menning av tænastum, fyri at nøkta eftirspurningin.  

Síggja vit burtur frá Tórshavnar havn, so er høvuðsstaðarkommunan at kalla skuldarfrí. Byggingin av stóra endurvenjingardeplinum URD fer tó at hava við sær, at lániheimildin upp á í mesta lagi 57 mió. kr í samband við byggingina, fer at verða brúkt.

---

Inntøkurnar verða íalt mettar at verða 1 milljard og 148 mió. kr, samanbornar við 1 milljard og 92 mió. kr í fíggjarætlanini í fjør. Vøksturin er 5,1 prosent.

Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 923 mió. kr, samanbornar við 880 mió. kr í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á 4,8 prosent. Íroknaður er tá ein samlaður lønarvøkstur á 1,75 prosent.

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum sæst serliga á eldraøkinum, á sosiala og barnaverndarøkinum og á dagstovnaøkinum. Størsti parturin av vøkstrinum eru lønir, tí hesi økini - eins og restin av kommununi - eru rættiliga lønartung.  

Játtanin til barnavernd er økt seinnu árini. - Fyri at røkka børnunum fyrr, vilja vit í størri mun leggja dent á fyribyrgjandi átøk. Góð hjálp, í góðari tíð, ger góðan mun. Bæði innan familjuráðgeving og fyriskipanir verður virksemið nýskipað og styrkt.

Á dagstovnaøkinum krevur vaksandi barnatalið, at fleiri pláss verða útvegað.             Í samband við eftirmeting á dagstovnaøkinum kemur uppskot um øktar normeringar og fyrireikingartíð, og verður hetta tikið við, í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini. Normeringin til serstovur verður økt. Styrkt verður um námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Ein ætlan fyri førleikamenning skal tryggja nøktandi fakligt støði. 

---

Fyri 2022 eru 190 mió. kr settar av til íløgur. Tórshavnar havn er ikki íroknað. Størsta verkætlanin, ið er í gongd, er langhylurin í Gundadali. Settar eru av 50 mió.kr í íløguætlanini fyri komandi ár. Eftir ætlan, verður langhylurin liðugur í 2023.

Bátahylurin í Álakeri verður liðugtgjørdur. Til hetta arbeiðið verða settar av 18 mió. kr komandi ár. Eisini Skjótibreytin verður gjørd liðug.

Nýtt ellis- og røktarheim er ein av stóru íløgunum fyri framman. Heimið er nú staðsett á Stórubrekku. Har fáa vit 64 nýggj røktarheimspláss, við 16 atknýttum røktaríbúðum.  

Útbyggingar skulu gerast á dagstovnaøkinum og settar eru 15 mió. kr av, til útbygging av dagsstovninum á Hamrinum.

Ein arbeiðsbólkur er settur at eftirmeta dagstovnaøkið. Hann skal m.a. gera tilmæli um, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið á økinum kann uppraðfestast og styrkjast. Harafturat skal arbeiðsbólkurin gera tilmæli um námsfrøðiligu tilboðini til børn við serligum tørvi. BARN-skipanin og upptøkureglugerðin skulu eisini betrast.

Vit vilja raðfesta stovnar og tilboð til børn og ung, har tørvurin er størstur, og vit vilja stytta um bíðilistarnar.

---

Málið hjá okkum er, at allar familjur og einstaklingar í kommununi skulu hava atgongd til ein hóskandi bústað. Ein bústað sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi og førleikaskerd.

Vit hava sett gongd á fleiri stórar útstykkingar, til sethús, raðhús, eigara- og leiguíbúðir. Fyrst á Argjahamri, síðani útstykkingar við Stórutjørn. Í Kollafirði hava vit bjóðað lendið út, og Velbastað hava vit júst samtykt. Í Nólsoy verður víðkað um tær útstykkingar sum longu eru gjørdar.

Haraftrat koma fleiri privatar íbúðarbyggingar, bæði ognar- og leiguíbúðir. Millum Horna hava vit bjóðað lendið út til privat at byggja, bæði raðhús og leigubústaðir.

Vit fara at gera fleiri vinnustykki, m.a. við Stjórtjørn, til ymiskan tørv og í ymiskum støddum.

Á ferðsluøkinum er størsta málið innkomuvegurin. Hann fer at lætta um ferðslutrýstið, binda býin betri saman, og soleiðis gera tað meira liviligt hjá borgarunum. Haraftrat fer innkomuvegurin at skapa góðar møguleikar at menna býin, við nýggjum útstykkingum, bæði til bústaðir og til vinnu.

Samstundis skulu partar av miðbýarætlanini fremjast, eitt nú í Vágsbotni og í sambandi við Havnará og miðbýin annars.

5 miljónir eru settar av til fyrireikandi arbeiðið at byggja høll í Kaldbak.

Ferðavinna hevur støðugt størri týdning fyri arbeiðspláss og inntøkur í kommununi. Vit eru í gongd við at orða nýggjan ferðavinnupolitikk, sum kann byggja víðari á tað arbeiðið sum longu er gjørt.

Í tøttum samstarvi við viðkomandi áhugabólkar, vilja vit skapa ferðavinnuni góðar karmar at virka undir, samstundis sum vit vilja tryggja, at umhvørvi og mentan verða vird og vard, serliga í viðbreknu lokaløkjunum í kommununi.

---

Burturkast er eitt virðismikið tilfeingi, sum má varðveitast í ringrásini so leingi til ber. Virka og liva vit burðardyggari, kunnu vit í felag minka útlátið, verja umhvørvið, og tryggja búskapin. Til gagns fyri okkum øll.

Vit vilja skapa karmar, sum eggja húsarhaldunum og vinnulívinum til at brúka minni, skilja betur og endurnýta meira, t.d. við at skipa smáar endurnýtslustøðir í býlingunum.

Tórshavnar kommuna stuðlar undir eini grønari umlegging. Kommunan leggur stóran dent á grøna orku og umhvørvið annars og vit stuðla tiltøkum fyri fólkaheilsu og grønari menning. Vit leggja áhaldandi um til LED. Húsaumsiting okkara satsar uppá grønar loysnir.

Ein skiljihøll skal gerast á Brennistøðini, so tað verður høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkastið, so meira kann endurnýtast.

Vit vilja ganga á odda og vit skulu tora at ganga nýggjar, grønar leiðir. Vit vilja samstarva við virki og einstaklingar, sum hava serlig íkøst til grøna nýmenning.

Vit vilja tryggja, at umsiting og stovnar í kommununi, í mest møguligan mun, brúka umhvørvisliga burðardyggar føroyskar loysnir, og keypa føroyskar vørur og tænastur.

Allar viðkomandi avgerðir um virksemi í kommununi skulu taka støði í samtykta umhvørvispolitikkinum frá 2016, sum vit fara at eftirmeta í 2022.

Stóra takið hjá okkum verður at svara teimum krøvum og tí tørvi, sum stóri fólkavøksturin hevur við sær. Hetta er tó ein hugalig avbjóðing, tí alt bendir á, at høvuðsstaðarkommunan framhaldandi verður so væl fyri, at vit megna hesa uppgávu.

Tað er okkara vón og ætlan, at hetta valskeiðið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gagns fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo