Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag, fríggjadag 19. november, kl. 16 verður fernisering í Klingruni í Norðurlandahúsinum! Upprunamyndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø verða sýndar fram á Bókadøgum, og fríggjadagin kl. 16 fer Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, at siga nøkur orð um listakvinnuna og pappírsklippini, og til ber eisini at keypa pappírsklippini tá og alla vikuna.

Um myndprýðaran
Annika Øyrabø er danskur sniðgevi og myndprýðari, fødd í 1977 og búsitandi í Keypmannahavn. Hon hevur útbúgving frá The Danish Design School og frá Hochschule für Angewandte Wissenschaften í Hamburg. Annika hevur føroyskar røtur og er umvegis bókmentirnar komin nærri hesum rótum hetta seinasta árið. Samstarvið við Anniku byrjaði í 2020, tá ið Bókadeild Føroya Lærarafelags heitti á hana um at myndprýða upprunaføroyskar bøkur.

Fyrsta bókin hjá Bókadeildini, sum Annika hevur myndprýtt, er Abbi og eg og abbi (2021) eftir Dánial Hoydal. Á Bókadøgum 2021 ber til at granska hesar vøkru, fittu og stuttligu myndir, sum innihalda nógvar lítlar smálutir, ið vísa á tol, nærlagni, hugflog og ikki minst fingrafimi hjá listakvinnuni.

Brot úr Abbi og eg og abbi
Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo