Visit Runavík: Stóra ferðavinnutiltakið, sum eftir ætlan skuldi verða í Oyndarfirði í næstum, er tíverri útsett. Tó hava fyrireikararnir longu tikið avgerð um at flyta tiltakið til mikukvøldið 19. apríl og leygarmorgun 22. apríl.
Skráin verður hin sama. Sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnu sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir.
Til ber at tekna seg til tiltakið á visit(at)runavik.fo ella við at ringja á tlf. 417060. Tiltakið er ætlað fólkum, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Tað er ókeypis at luttaka.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Runavík, Heiðaveg 19 harumframt er eisini kunning á Facebookvanganum og á visitrunavík.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo