Tilfeingisskúlin í Vestmanna skal umsita eina millión krónur sum skal brúkast til at seta eina útbúgving innan ferðavinnu á stovn, ætlar landsstýrið.
Upphæddin er sett av á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2017.
- Ferðavinnan er í vøkstri, og meirilutin heldur, at tíðin er komin at seta í verk eina ferðavinnuútbúgving. Ásannast má, at búskaparvøksturin ikki er so týðiligur alla staðni í landinum, og meirilutin heldur tí, at ferðavinnuútbúgvingin skal setast á stovn og staðsetast á Tilfeingisskúlanum (Fiskivinnuskúlanum) í Vestmanna, skrivar meirilutin í fíggjarnevndini í álitinum sum er lagt fram í kvøld.
Meirilutin og minnilutin í fíggjarnevndini eru ósamd um nógv í álitinum. Men júst nýggju ferðavinnuútbúgvingina eru báðir partar samdir um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo