Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-027/2024 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, um almennar uppboðssølur á húsamarknaðinum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum?
2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað so, at afturlatnar uppboðssølur av ognum eisini verður ein møguleiki?
Svarað verður undir einum:
Keyp og søla av fastogn er skipað við løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. Løgtingslógin er galdandi fyri vinnuligt útboð og sølu av fastogn, fyri vinnuliga mekling í sambandi við keyp og sølu av fastogn og fyri aðra vinnuliga ráðgeving og tænastu í sambandi við keyp og sølu av fastogn.
Løgtingslógin ásetur greitt, at einans ognarmeklarar, sum eru skrásettir sbrt. lógini, og advokatar, sum hava rætt til at útinna advokatvirksemi eftir rættargangslógini, hava rætt til vinnuliga at miðla fastogn. Hetta er ásett til tess at tryggja, at bæði keyparar og seljarar hava hóskandi rættartrygd, tá talan er um at keypa og selja so stór virði – aloftast størsta íløgan, sum privatfólk yvirhøvur gera.
Løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn hevur nú verið í gildi í 13 ár, og hesa tíðina eru bæði búskapur og bústaðarmarknaður broytt heilt nógv. Samstundis hava vit bæði ta avbjóðing, at fólk tykjast setast aftur at seta búgv í Føroyum, og at tað er tungt at útvega sær egnan bústað, tí kostnaðurin er vaksin so nógv.
Landsstýrið metir bústaðartrupulleikarnar sum eitt tað týdningarmesta málið at loysa og fer at leggja fram uppskot til loysnir. Í hesum sambandi er tað viðkomandi at kanna, um løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn er partur av hesum trupulleika. Eg fari tí at taka stig til at eftirmeta lóggávuna á økinum.
Verður komið eftir, at lógin er ein trupulleiki, fari eg at taka stig til at broyta hana.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. september 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo