- Vit hava ikki sæð nakað líknandi síðani Seinna Heimsbardaga, tað sigur Thomas Woldbye, stjóri í Københavns Lufthavne við ritzau.
Í mun til tað sum er vanligt hesa ársins tíð, so er talið á ferðandi um flogvøllin í Kastrup júst nú 33% minni.
- Serliga handilsferðafólkini ella forrætningsferðafólkini eru givin at ferðast, men eisini vanlig ferðafólk ella turistar, sigur hann.
- Hvørjar avleiðingarnar verða, um hetta heldur fram, er ilt at gita um. Men fyrisbils vænta vit, at tað verður enn verri, at talið á ferðafólki fer at koma niður í eina helvt.
Partabrævið hjá Københavns Lufthavne er fallið við góðum 9% í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo