FSF: Seinastu vikurnar hava umboð frá fótbóltsdeild FSF’s skipað fyri trimum felagstiltøkum, sum hava verið fyri U11 og U13 venjarar í feløgunum.
Endamálið við tiltøkunum var at skapa íblástur til framhaldandi menning av venjingunum hjá hesum sera umráðandi aldursbólkum.
Fyrsta felagstiltakið var í Fløtugerði í Fuglafirði týskvøldið 23. apríl, har venjarar frá B68, EB/Streymi, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála og Víkingi vóru bodnir. Heili 25 áhugaðir venjarar møttu og fingu eitt gott kvøld við gevandi fótbóltspráti.
Eina viku seinni, týskvøldið 30. apríl, var líknandi tiltak fyriskipað á Tórsvølli, har venjarar frá 07 Vestur, AB, B71, B36, FC Hoyvík, HB og MB vóru bodnir við. Uppmøtingin var nakað lakari í høvuðsstaðnum, men tey á leið 15 fólkini, sum møttu, fingu góðan íblástur til teirra dagliga virki sum venjarar.
Triðja felagstiltakið var á Eiðinum í Vági hósdagin 2. mai, og tá vóru umboð fyri feløgini í Suðuroynni boðin við. Átta venjarar úr FC Suðuroy, TB og Royn tóku av møguleikanum, og aftur gjørdist talan um eitt væleydnað tiltak.
– Spælarar í hesum aldursbólkunum eru í sokallaða gullaldurinum, sum merkir, at hesi børn eru sera móttakilig fyri læring og motoriskari menning. Tí er tað av stórum týdningi at hesir aldursbólkar fáa dygdargóða venjing í gerandisdegnum.
– Fótbóltsdeildin hjá FSF hevur í nøkur ár sett sjóneykuna á just hesar aldursbólkar, og við hesum tiltøkum vilja vit visa á týdningin av, at vit áhaldandi varpa ljós á góða venjing til hesar aldurbólkar, sigur Pætur Smith Clementsen, ið er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo