Hóast Javnaðarflokkurin til valið lovaði skattalætta til lág- og miðallønt, so tók tað bert 24 tímar, so høvdu øll teirra landsstýrisumboð boðað frá skattahækking.
Á mentamálum skula inntøkur til Kringvarpið tryggjast og helst økjast, tí skal gjaldið leggjast omaná skattin.
Jú meira tú arbeiðir, hægri kringvarpsgjald, tóat tú neyvan fært meira tíð til at lurta og síggja.
Og tey sum frammanundan ikki rinda skatt í Føroyum, sleppa undan at rinda. (hoyr her)
Næsta landsstýrisfólkið boðaði frá skattahækking til Samhaldsfasta.
Minni av tíni løn skal sparast upp til tín sjálvs og meira í skatti til almenna kassan. (hoyr her)
Triðja landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum skal hækka skattin til Barsilsskipanina.
So hóast lyfti um lætta, so skal minni av tíni løn til tín sjálvs.
At enda kann vísast á, at landsstýriskvinnan í almannamálum segði um Samhaldsfasta at inngjaldið ikki er forskattað, men bara eftirskattað.
Veruleikin er tó, at inngjaldið er av skattaðari løn, tað vil siga er forskattað, og at útgjaldið eisini verður skattað, so her er talan um pensjón sum skal forskattast og eftirskattast.
Vit kundu spurt, um hetta var tað, vit skuldu bíða eftir?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo