Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Samgongan hevur sett 4,6 mió. kr. av í fígggjarlógini til at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann fara undir at gera Tjørnuvíkartunnilin longu í 2024. 

Herfyri varð tunnilin til Dals skotin í gjøgnum og tunnilstoymið byrjar so smátt at rigga av á Sandoynni. Fyri okkum í samgonguni er tað avgerandi, at arbeiðsfólkið í toyminum kann halda fram at arbeiða og útgerðin framhaldandi verða gagnnýtt. 

- Verandi vegur til Tjørnuvíkar er, sum flest øllum kunnugt, bæði smalur og ótryggur. Ikki er óvanligt, at har eru omanlop. Harafturat er vegurin sera ótíðarhóskandi um summarið, tí Tjørnuvík er eitt av fremstu ferðamálum í Føroyum. Tað hevur verið tosað um tunnil til Tjørnuvíkar í áratíggju og í er tað í tøkum tíma, at tunnilin nú verður gjøgnumførdur, sigur Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo