Familjan hjá 40 ára gamla Robert Card, sum hevur skotið og dripið 18 fólk í Lewiston, heita á hann um at melda seg til løgregluna, skrivar danska TV 2.
Ryan Card, sum er beiggi Robert Card, skrivar í sms til CNN, at familjan hevur "hjálpt løgregluni á allan hugsandi hátt", og tey heita á Robert Card at melda seg sjálvan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo