Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri danir hava gist á gistingarhúsunum fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er minkað úr 9.107 niður í 7.227 fólkanætur.

Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Danmark, eru vaksnar við 1.649 fólkanáttum hetta sama tíðarskeiðið, ið er ein vøkstur á 22 prosent.

Føroyingar sjálvir hava lagt 548 fleiri fólkanætur eftir sær fyrsta ársfjórðing í ár, ið er 4 prosent meira enn sama ársfjórðing í fjør.

Nærum ein triðingur av kømrunum í brúk
Kamarsnætur telja hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur.

Nýtslustigið vísir í prosentum hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Í ár vóru 20.756 út av 67.131 tøkum kamarsnáttum brúktar fyrsta ársfjórðingin, ið svarar til eitt nýtslustig á 31 prosent. Sama tíðarskeið í fjør var nýtslustigið 33 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo