Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery: North Atlantic Akvavit frá Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í viðurkendu altjóða kappingini Speciality Spirits Master. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini.

Tá føroyska akvavittið varð ment, legði Faer Isles Distillery seg eftir at gera eitt milt akvavitt við einum løttum sjóráka. Hesum rósti dómsnevndi, ið lýsti produktið sum “not too sweet... a toastiness on the aftertaste... refreshing palate, good nose, good/clean distillation and flavours.”

“Vit fáa ofta at vita frá fólki, at teimum dámar okkara akvavitt, tí tað als ikki er sprittutt, og tað fegnast vit sera nógv um, tí tað er júst tað, vit hava strembað eftir,” sigur Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery.

North Atlantic Akvavit hevur verið á føroyska marknaðinum nú í eitt ár og fæst eisini í okkara grannalondum, umframt í serstøkum marknaðum so sum Singapore. Gullmedaljan skal brúkast til at marknaðarføra akvavittið í restini av heiminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo