Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

*18. juli 1949 – †17. mars 2024

Eydna vit sita við sorg eftir nú,
tú frá oss so brátt ert farin
og skift hevur um títt jarðarbú
við ævinnar urtagarðin.

Har sjúka og neyð ei er meira til,
har ættarlið undan tær fóru
at hvíla, tá liðugt var jarðarbil
at finna sæluna stóru.

Øll upplivdu vit teg, sum kvinnuna ta,
sum vinuna bestu vit kendu,
við mildni tú gjørdi oss altíð so glað,
tá við ymsum vit til tín oss vendu.

Tú hjálpti so mongum, sum komu til tín,
við ráðum, um hvussu at gera,
tú visti alt um seyming og lín,
hvussu pløgg blivu snøggligt kreerað.

Við vøkrum smíli tú seinasta dag,
oss møtti, um sjúkan teg lamdi
og píndi og nívdi og broytti títt lag,
tó tolin tú ikki teg gramdi.

-----

Vit takka tær, Eydnu, for løtur,
vit áttu við tína lið,
nú tú gekst tær seinastu gøtur
at finna hin æviga frið.

-----

Vit vita, at stórur er tregi,
tú Finnbogi sorgfyltur ber,
nú Eydna hvarv av tínum vegi,
- fór seinastu vallaraferð.

Vit syrgja við tykkum øllum,
ið mist hava hana, sum var
ljósið á tykkara pøllum
og tykkum í heimin bar.

Men minnini liva tó leingi,
nú Eydna er farin um gátt,
tí sál hennar er í tí sangi,
tit hoyra, tá stilt er á nátt.

- Unna og Petur Martin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo