Summar Festivalurin: Evnaríka songkvinnan Maria Ronnisdóttir á Heygum fer nú at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki fyri fyrstu ferð.
Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart við seg við útgávu av frálíka sanginum "Góðan morgun mín kæri" og við framúr framførslu á stOVEtónum í Nólsoy, har Birgir Kruse kallaði hana eina stjørnu í bloggi um tiltakið.
Á Summar Festivalinum fara Leo Lávík (gittar og kór), Lea Kampmann (violin og kór) og Benjamin Tausen (klaver) at spæla saman við Mariu. Tey fara at spæla sangir sum "Brævið", "Hallelujah" í týðing av Georg Eystaná og kenda sangin sangin "Á ferð í dreymaland", sum mamma Mariu, Rúna á Heygum, sang á útgávu hjá Terja og Føstufressum.
Maria R. á Heygum fer at spæla á Torginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo