![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/9/csm_Prix_f9bcfb5c89.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/9/csm_Prix_f9bcfb5c89.jpg)
Vinnarin av Eurovision Song Contest 2017, Salvador Sobral, er innlagdur á sjúkrahús og tørvar hjartatransplantasjón, skriva fleiri portugisiskir miðlar sambært NRK.
Tann 27 ára gamli sangarin er innlagdur á Santa Cruz sjúkrahúsið í Lisboa, og er á bíðilistanum at fáa hjartatransplantasjón.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo