Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit minnast í byrjani hvussu vit fingu at vita hvussu vit skuldu fyrihalda okkum viðv. korona. Hvussu tydningarmikið tað var at sjúkrahúsverkið ikki fór niður í knø. Kurvan skuldi haldast fløt og so jøvn sum møguligt.

Nú hálvtannað ár eftur útbrotið haldi at tað er uppá tíðina at efturmeta okkara tiltøk og støðu.

Hava vit gjørt rætt í heila takið kann man spyrja. Stutta svarið er væl at tað haldi eg vit hava. Tað hevur faktisk gingið uppá stás. Fleiri ferð hava vit niðurbart ógvusliga smittu. Nú seinasta ógvusliga útbrotið var í norðoyggjum bleiv handla lokalt og ógvuliga skjótt var kontroll á støðuni aftur. Tað vísur seg sum vit Føroyingar taka ábyrgd og gera intriv fyri at begrensa spjæðing uttan at landsins mynduleikar diktera. Hattin av fyri tíð.

Fari eg ikki skeivur so var talan um eini 70-80% sum skuldi vaksinerast fyri at fáa floksimmunitet. Nú omanfyri 90% eru vaksineraðu stríðast vit enn fyri at koma niður á null. Immunitetur er ikki ímillum fólkið og kemur valla nakrantíð bert við vaksinu (havi lisið meg til at immunitetur ber ikki til við vaksinu). Tað vil siga at handan strategien er farin aftur við borðinum og onnur skal til um nøkur.

Hví eru vit so bangin fyri koronu? Korona hevur fyri tey flestu lítið uppá seg. Hví píska vit ein stemning upp sum slett ikki nýtist? Hví eru vit nú farin at leita eftur syndabukkum? Hví leggjast eftur teim sum av einhvørjari orsøk hava valt ikki at vaksinera seg? Hvat er tað fyri eitt lyndi vit nú hava funnið framm í okkum? Tað er og skal standa øllum frítt at velja vaksinu frá ella til. Alt annað ber ikki til í einum demokratiskun samfelagið.

Vit hava gjørt rætt. Vaksinera tey veiku sum ikki tola koronu og endameir vaksninera flest øll onnur aftrat. Eg meini so við. Er tað nakar trupuleiki at vit hava ímillum 500-1000 smittað so loypandi so leingi okkara heilsuverk klárar eyka pressið. Um vit nýta vit og skil, er tað ikki einasti mátin at koma burturúr úr hurlivasanum. Landstýrismaðurin í heilsumálum nevndi at tað kom at taka fleiri ár at koma burturúr korona. Tað giti hann hevur rætt í um vit blíva við at trýsta okkum nidur ímóti null og ikki ímóti teirru fløtu kurvini sum heilsuverkið klárar. Vit skulu ígjøgnum korona so ella so fyri at fáa immunitet.

Nøkur deyðsføll hava verið. Tað eru vit øll hørm um. Hvørt ár teka influensur lív. Hvussu mong veik doyggja ikki bara av simplun lungnabruna. Hvussu nógv onnur negativ árin hevur henda korona støðan á so mong onnur lív í løtuni?

Nú vit testa eini ímeðal 2.000 borgarar hvønn dag. Er tað rætt útgivnir pengar? Giti at ein test liggur um 300 kr um vit taka tann prísin sum skal gjaldast á flogvøllinum sum dømi.

Tað er also 600.000 kr um dagin tá testa verður. Hevði hesin peningur ikki fari betur um hann fór til okkara heilsuverk at hjálpa á øllum teim økjunum sum afturúr sigld eru?

Eg vil at enda siga at eg haldi at farsóttarnevnd og Landstýri higartil hava taklað eina trupla støðu ser væl. Vit hava fylgt tilmælum uttan at eitt lógarverk er kroyst yvur okkum. Tað duga vit føroyingar, at taka ábyrgd og standa saman tá á stendur. Men nú skal ansast eftur at ikki fólkið vendur tí heila bakið. Nøkur keðilig tekin er um at nú fara vit at deila okkum í A og B borgarar. Fá tað burt beinanveg óansæð politiskan kostna.

Við vón um at tit øll heima á klettunum fáa eini friðarlig jól uttan ov nógv korona.

Yantian 20/11/2021 og her er ikki loyvt at fara út úr apteringini.

Frits Strøm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo