Hósdagin verður árliga flaggdagshaldið hjá Havnar Hornorkestri í Havn. Í ár er tað Erika Anne Hayfield, sum heldur flaggrøðuna.
Erika Anne Hayfield er lektari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróskaparsetrinum, har hon eisini er útbúgvingarleiðari. Sum granskari hevur hon arbeitt við til- og fráflyting, arbeiðsmarknað, ójavna og sosialum relatiónum í smásamfeløgum.
Erika Anne Hayfield var eisini partur av arbeiðsbólkinum, sum gjørdi heildarætlanina “Fólkaflyting og fólkavøkstur” í 2013.
Flaggdagshaldið í ár er serligt á tann hátt, at tað í ár eru 100 ár síðan at Merkið varð borið fram á fyrsta sinni. Glenn M. Samuelsen, formaður í Havnar Hornorkestri, sigur, at tey vóna at nógv fólk koma til flaggdagshaldið.
- Fyri okkum í Havnar Hornorkestri hevur flaggdagshaldið altíð nógv at siga og vit vóna at síggja nógv fólk koma saman á Vaglinum, at savnast um Merkið, sigur hann.
Flaggdagshald varð hildið í Havn í 1941- og 1942, men so var steðgur í nøkur ár, áðrenn Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flagghaldi í Havn á hvørjum ári síðani 1947.
Flaggdagshaldið verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldið marsjera hornorkestrið og skótar oman á Vaglið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo