Forsetin í Turkalandi Recep Erdogan boðar frá undantaksstøðu í tíggju býum í tríggjar mánaðir eftir jarðskjálvtan. Býirnir eru kreppuøkir, sigur forsetin.
Forsetin sigur eisini at higartil eru 3549 deyð í Turkalandi. Eisini kunnar hann um at 70 lond hava boðið sær at hjálpa í bjargingararbeiðinum.
Sambært Erdogan fáa tey pláss á gistingarhúsum í Antalya sum hava mist hús og heim av jarðskjálvtanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo