Tað mesta av mínum lívi, hevur eitt sera sigandi orðatak verið endurtikið aftur og aftur í samband við føroyska vinnulívið á sjónum: “Fær ein maður eitt skip, verður honum ynskt góðan byr” – “Fær sami maður eitt skip afturat, gerst hann ivasamur í verki” – “Fær sami maður so fleiri skip, er okkurt, sum ikki fer rætt fram og hesin ynskti góði byrur, byrjar at fána”! – Leggjast kann afturat, síðani byrjar annað tos!
Tíbetur er hetta ikki meiriluti av fólki okkara, sum hugsar so, men tó hava hesi verið so mikið mælsk, at tað hevði ringa ávirkan, so er tíverri framvegis og tað hevur munað. Frá tí eg fór til arbeiðis 15 ára gamal, havi eg lagt til merkis, at hetta kemur bæði frá “leikum og lærdum”, sum oftast ikki royndu seg í vinnulívi!
Einki nýtt í hesum - sum so og tó
Nú í mong ár, hava vit hoyrt frá almennari síðu, frá almenna bureaukrati’num, embætisfólki, samfelags- og búskaparfrøðingum o.ø., at stórur partur av sjómonnum hevur alt ov høgar inntøkur. Fleiri hava tikið til: “...nú vit hava óvanligar inntøkur í fiskivinnuni...” – hvat tað so er! - Hetta hoyrdist eisini fyri 60 árum síðani. – Gangi úr frá, at hesin almen-nevndi stættur, í lønarinntøkum liggur ikki aftari enn sjómennirnir o.o. – tvørturímóti . – Býtisprosentið í sjóvinnuni er ein samráðing!
Havi varðhugin av, at KVF, tekur mál upp, sum hóvar teimum, hetta er eisini menniskjaligt, hevur funnið onkra “søgu”, fær “ávísar” at gera viðmerkingar til málið. Føroyingurin dugir sjálvandi eisini at meta um– tá “KVF“ –tíðindavirði verður valt – subjektivt ella objektivt, hvar lagt verður á og hvørji mál við vanligum áhuga verða tikin upp. – Ivaleyst heldur onkur, at eg eri ikki nóg objektivur, men eg, og sum eg skilji og sum sæst, stórur partur av Føroya fólki við mær, er tó samdur í hesum.
Munurin á privat og alment
Kundi hugsa mær at spurt:
• Hvar er Vinnuhúsið, at seta upp ímóti ivasomum uppáhaldni? Her hoyrst ov lítið. Málið er álvarsligt, gevur misálit og Føroyafólk situr eftir við fleiri spurningum enn kvalifiseraðum svarum, tí er lætt “at gita heldur enn at vita” og sosialir miðlar hava frítt spæl.
• Gerið eina kanning av t.d. hvør er inntøkan hjá t.d. sjómanni sammett við fólkið á landi í almenna geiranum, nú almenni geirin hevur góð gróðrarlíkindi og er kostnaðarmikil? – Hetta sæst sjáldan!
• Vit vita, at sammett við lønarútgjaldingarnar hjá tí almenna og privata, so er talið av fólki innan almenna geiran økt, tað fer at økjast og tað, sum hevur gjørt, at talið kann økjast í stórum, er júst frumvinnan og framleiðslan til útflutnings, sum er ali- og fiskivinnan, ein vinna, sum er væl stýrd. Privati geirin er rationaliseraður í risatøkum. Tað er politiskt stórmál hjá fleiri flokkum at taka uppaftur størri part frá fiskivinnuni í kostnaðum, tilfeingisgjøldum o.s.fr. so minni verður eftir hjá vinnuni til útbyggingar o.a., fyri at upprætthalda og økja ein ov kostnaðarmiklan almennan sektor.
Nú er tíðin komin til eina endurmeting, sum mangir føroyingar leingjast eftir, at Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið og onnur avvarandi samfeld í privata geiranum eiga at koma við kvalifiseraðari uppgerð/mótspæli til tað, sum vit eru vitni til ídag. Fígging til hesa gjøgnumgangandi frágreiðing átti at borið til. – Eg veit, at hetta er kostnaðarmikið og tekur tíð til at fremja - men neyðugt er tað!
Jógvan við Keldu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo