Í gjár vóru kanadiarnir í Føroyum, sum hava ætlanir um at flúgva kring knøttin í tyrlu. Teir hava lagt eina video út á sín YouTube-profil frá ferðini.
Saman við videoini skriva teir:
- Í dag flugu vit úr Keflavík til Føroya. Vit flugu yvir undrunarverdum landslagi í Íslandi og so havi. Tá ið vit so komu til Føroya gjørdust vit bergtiknir av vakurleikanum.
- Stóra tøkk til Hotel Foroyar fyri at sponsorera gistingina. Vit høvdu eina frálíka tíð og hotellið var ótrúligt við einum fantastiskum útsýni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo