Fyrst í oktobur megnaðu tey í ”javnstøðunevndini” ikki longur at dylja politiskt litaða virksemi sítt, men blandaðu seg uppí fosturtøkumálið við greiðari fráboðan um støðutakan teirra móti ófødda barninum.
Í dag trein forkvinnan so aftur fram á pall í sama máli, og fylgdi hon vanliga leistinum, við ikki at nevna høvuðspersónin, barnið, sum fær frátikið rættin til lív. Av øllum alvi royndi hon at grundgeva fyri rætti nevndarinnar at stuðla tí ”politiskt røttu hugsanini” um at taka lív, uttan at vit hómaðu eittans orðið, sum kundu geva ábending um hvat hon, ella nevndin, heldur um barnið. Barnið, hvørs lív, uttan minstu verju, verður tikið.
Hvat munnu hesi menniskju hugsa fyri sær, tá tey sita og evna politiskt litaðu miðlasvar síni til? Hvussu megna tey kollektivt at ”krógva” høvuðspersónin í sakini? Forkvinnan veit av góðum grundum, at ein og hvør ákærdur hevur rætt til verju, áðrenn dómur, í hesum føri deyðadómur, verður sagdur! Hvussu megnar hon at lata slíkt henda?
Seinastu tríati árini hava umleið tveytúsund føroysk børn fingið nokta rættin at verða borin í heim í Føroyum. Somu tíð hava væl yvir 20.000 børn fingið hendan forrætt. Var nakað skil í javnstøðunevndini, limum og formanni hennara, so høvdu tey tikið hendan ójavnan til viðgerðar og komið við eini niðurstøðu um, hvat kann gerast fyri at rætta hendan mismunin, ið á hvørjum ári verður gjørdur millum føroyingar á veg inn í lívið. Mismunin, har nøkur sleppa at verða fødd, meðan onnur fáa noktað hendan rætt!
Tað hevði verði virðiligt og tænt javnstøðunevndini til heiðurs, heldur enn at lata seg brúka politiskt móti tí veikasta og mest hjálparleysa føroyinginum.
Vegna Miðflokkin
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana, løgtingslimir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo