Svar til fyrispurning nr. 52-080/2023 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, til Dennis Holm, landsstýrismann, um fiskidagatalið hjá útróðrarbátum (bólki 4) minkað við 20 prosentum og ætlanin um at steingja økir
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin einans at lurta eftir útsøgnini hjá Havstovuni frameftir, uttan at taka útróðrarmannin við í metingini, um ella hvussu nógvir dagar skulu skerjast?
2. Í hvønn mun hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við útróðrarmannin, nú fiskidagatalið er minkað við 20 prosentum?
3. Hví metir landsstýrismaðurin, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri?
4. Hvussu nógvir útróðrarbátar eru nú í Føroyum í mun til fyri 10 árum síðani?
5. Hvørjar friðingar ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri útróðrarbátar í bólki 4?
6. Er endamálið við fækkandi fiskidøgum og stongdum leiðum at forkoma øllum útróðrarflotanum við tíðini?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Landsstýrismaðurin lurtar eftir øllum útsøgnum og sjónarmiðum, sum eisini verða tikin við í metingarnar í sambandi við regluverk um fiskidagatal.
Sambært sjófeingislógini skal landsstýrismaðurin í kunngerð áseta fiskidagatalið eftir eini umsitingarætlan, sum hevur meginreglur fyri burðardygga stovnsrøkt.
Í 2021, 2022 og 2023 varð dagatalið sett eftir eini umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur legði lunnar undir í mai 2019, og sum landsstýrið seinni tók undir við. Henda ætlan skuldi eftirmetast triðja hvørt ár og í seinast lagi, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri 2024.
Niðurstøðan í hesi eftirmeting var, at neyðugt var at broyta ætlanina, so hon betri leggur upp fyri, tá toskastovnurin á landgrunninum er mettur at vera sera illa fyri.
Eftir endurskoðaðu ætlanini skal dagatalið fyri komandi fiskiár hjá bólki 3-5 skerjast við 20 prosentum og fiskidagatalið hjá bólki 2 við 10 prosentum, tá ein ella fleiri av fiskastovnunum verður mettur at vera illa fyri.
Uppskot til kunngerð um fiskidagatal í 2024, sum bygdi á endurskoðaðu umsitingarætlanina, varð sent til hoyringar stutt fyri jól.
Hóast freistin var stutt, fekk landsstýrismaðurin fleiri hoyringarviðmerkingar m.a. frá Meginfelag Útróðrarmanna.
Umsitingarætlanin byggir á tvey høvuðsatlit: Annað er tað lívfrøðiliga; hon skal stuðla undir góða og burðardygga stovnsrøkt. Hitt er, at vinnan skal hava ávísan stabilitet í fiskimøguleikunum. Dagatalið kann tí til dømis bert skerjast við einum ásettum prosentparti, hóast lívfrøðiliga støðan og tilráðingar tala fyri størri niðurskurði. Í umsitingarætlanini 2021-2023 var ásett, at dagatalið verður sett sum fimm prosent hægri ella lægri enn árið fyri ella vera óbroytt. Hetta er varðveitt í umsitingarætlanini í 2024, men nú er ein regla sett inn afturat, sum sigur, at um stovnurin verður mettur at vera heilt illa fyri og niðan fyri ásetta vandamarkið, skal dagatalið skerjast við 20 og 10 prosentum.
Toskastovnurin er í løtuni mettur at vera niðan fyri hetta markið. Tí er dagatalið hjá bólkunum 3-5 í 2024 skert við 20 prosentum, hóast lívfrøðiliga tilráðingin frá ICES talaði fyri størri niðurskurði. ICES hevur mælt til, at einki verður fiskað av toski á landgrunninum í 2023 og 2024.
Lagt kann vera afturat, at endurskoðaða umsitingarætlanin skal eftirmetast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025. Tað arbeiðið verður eftir ætlan gjørt í ráðførslubólkinum, sum er settur sambært umsitingarætlanini. Í bólkinum eru umboð fyri skipabólkarnar og veiðihættirnar í fiskidagaskipanini, manningarfeløgini, umframt fólk frá Havstovuni og Vørn.
Til spurning 3
Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri.
Til spurning 4
Eg skilji spurningin soleiðis, at spurt verður um vinnuligar útróðrarbátar, t.e. bátar, sum eru skrásettir at hava avreitt.
Skrásetingar frá vinnuliga útróðrinum á heimasíðuni hjá Vørn vísa, at í fiskiárinum 2023 eru 13 bátar í bólki 4, útróðrarbátar 15-110 tons, sum hava avreitt. Í fiskiárinum 2013/2014 var talið í táverandi bólki 4 A og 4 B samanlagt 21 bátar.
Í bólki 5 A, fullriknir útróðrarbátar undir 15 tons, eru 59 bátar skrásettir at hava avreitt í fiskiárinum 2023. Í fiskiárinum 2013/2014 var talið 28 bátar. Í bólki 5 B, aðrir útróðrarbátar undir 15 tons, avreiddu 229 bátar í 2023, samanborið við 275 bátar í fiskiárinum 2013/2014.
Til spurning 5
Broytingar í kunngerðini um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum eru nýliga lýstar.
Tær bera í sær, at tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru longd.
Spurningurin um aðrar friðingar verður viðgjørdur.
Til spurning 6
Nei. Endamálið við at skerja fiskidagatal og at friða leiðir er ikki at forkoma øllum útróðrarflotanum.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo