Dartsambandið: Í gjár vóru innleiðandi dystirnir í liðkappingini á skránni. Hesir vórun spældir í bólkum við 5 londum, har tvey lond úr hvørjum bólki komu víðari og hóast føroyska liðið var styrkismett sum nummar 4, so var málið at koma víðari úr bólkaspælinum og tann møguleikin tyktist eisini at vera realistiskur eftir lutakastið.
4 leikarar eru á hvørjum liðið. Leikararnir spæla bert eitt sett móti hvørjum leikara á mótstøðuliðnum. Tað liðið, ið fyrst vinnur 9 sett, hevur vunnið dystin.
Fyrsti dysturin var móti Malta og her gekk væl. Føroyar vunnu uttan stórvegis trupulleikar 9-3. Heldur óvæntað tapti Skotland, ið var styrkismett ovast, 7-9 móti Slovakia.
Í næsta umfarið sótu Føroyar yvir. Her tapti Skotland móti Rumenia og nú var bólurin knappliga víðopin.
Næsti dysturin hjá Føroyum var júst móti Skotlandi. Ein vandamikil dystur, tí antin høvdu skotar nú givið upp, ella fóru teir at stríðast sum úlvur á skóg, fyri framvegis at varveita møguleikan at koma víðari. Og tað var júst tað seinna sum hendi. Liðini fylgdust til 2-2, men so streyk Skotland avstað við góðum spæli og legði seg á odda 7-2. Nú var slagið mest sum tapt og Skotland endaði við at vinna 9-3.
Triði dysturin var móti Rumenia. Føroyar løgdu væl út og komu fram um 5-2. Men so steðgaði upp og Rumenia gjørdi eitt ordans hál og kom fram um 7-6. Tað eydnaðist tó Føroyum at koma aftur og javna til 8-8.
Nú høvdu allir leikararnir spælt móti hvørjum øðrum, og alt skuldi tí avgerðast í einum setti. Remy Gaardlykke var valdur at spæla settið. Hann legði sera væl út fyrstu 9 pílarnar, men tað gjørdi rumenski mótstøðumaðurin eisini. Rumenin kundi avgjørt dystin við 15. píli, men rakti beint innanfyri double 16. Remy fekk so møguleikan, men hansara 18. pílur fór beint uttanfyri double 16. Rumenin var síðan eirindaleysur og setti fyrsta píl trygt í double 8 og harvið vann Rumenia 9-8.
Við tapinum móti Rumenia gjørdist síðsti dysturin móti Slovakia ein tung uppgáva. Kravið fyri at koma víðari var ikki bara ein sigur, men ein stórsigur. Aftur hesaferð fylgdust liðini til 2-2, men so riggaði brádliga einki hjá føroysku leikarunum og brátt var Slovakia frammanfyri 6-2. Nú var møguleikin at koma víðari farin, men menn stríddust framvegis og tað eydnaðist at minka um munin til 6-8, áðrenn Slovakia lukkaði dystin til 9-6 og tryggjaði sær víðari luttøku saman við Rumenia.
Skotland endaði nr 3 og reyk heldur óvæntað út úr kappingini, Føroyar endaðu nr 4 og Malta nr 5.
EM heldur fram í dag við dystunum í tvímansleiki og byrjað verður kl 12 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo