Tónleikurin hjá Elinborg hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt í norskum sjónvarpið.
Fyrr í ár legði Elinborg tónleik til eina norska sjónvarpslýsing hjá yr, á NRK, og nú er lag hennara ‘’Brimið’’ komið við í væl umtóktu norsku netflix seriuna, Ragnarok.
- Hetta er komið í lag í samstarv við Mahogni Music Publishing, sum arbeiðir fyri at fáa líknandi møguleikar í lag. Eg eri ótrúliga glað, spent og takksom fyri møguleikan, og tað kennist næstan óveruligt, at mín tónleikur nú livur sítt lív á netflix.
Í løtuni arbeiður Elinborg við síni komandi útgávu, sum hon ætlar at kunna nærri um seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo