Í kvøld skrivar Jyllandsposturin um trotið á prestum í Danmark. Har brúka tey í alt størri mun eina grein í lógini sum ger, at onnur enn útbúnir theologar kunnu setast í starv sum prestar, tí trotið á prestum er so stórt.
Men har, í Danmark, eru tey eisini vælsignað við at hava Elin Ellefsen úr Miðvági, Elin hjá Jens Eli og Emmy, sum hóast ikki heilt liðug at lesa, í dag á fyrsta sinni hevði eina prædiku í Højby Kirkju á Norðursælandi.
Elin sigur við VP í kvøld, at hon er sera takksom fyri, at bispurin á Fjóni gav henni loyvi at prædika, hóast hon ikki er liðug við lesturin.
- Kirkjan var full av fólki, so eg vóni at sleppa aftur.
Elin, sum er 49 ára gomul, hevur tikið farloyvi frá lestrinum onkuntíð, men vónar at koma heim at prædika í Miðvágs kirkju tá tíðin er komin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo