Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fakfelagskvinna skal verða vald aftur, politikari skal verða valdur aftur - man tað ikki vera tað, sum tað snýr seg um? Ja, nú eri eg bara eitt sindur beint fram og bersøgin.

Tey gomlu, tey veiku og tann málbólkurin, sum vit, við einum fimtingi av okkara kommunuskatti, íroknað stuðulin úr landsskatti, rinda fyri, - hava onga rødd, hvørki í eldráráði og nevndum, ikki heldur hjá politikarum og fólkinum.

Eg ynski heimahjálpum alt tað besta, bæði umstøður og samsýningar, sum gera arbeiðið attraktivt.

Eg havi eisini verið inni á tí áður, at reingerð, sum stríðið skuldi eitast vera um, er eitt vítt hugtak og saktans kann loysast í tveimum - soleiðis sum tað passar til heimarøkt og soleiðis sum tað passar til reingerðarfyritøkur. Tað er hvør sítt.

Og tvístøðan hevði verið eitt kærkomið høvi til at endurskoðað og viðgjørt allar møguleikar, hesum viðvíkjandi.

Nei, tað snýr seg ístaðin um øsing og tvístøður, sum man politiskt skal taka sær æruna av at faa á beint aftur, ístaðin fyri at arbeiða vegna tey gomlu, finna nýggjar loysnir og fleksibilitet í tilboðið, í samráði við økið og umsitingina.

Økið veksur við nógvari ferð, so meira má fáast fyri almennu krónurnar, og ikki tað øvugta, sum nú verður tvíhildið um og lagt fyri dagin.

Ivist eisini nógv um førleikan til konstruktiva viðgerð, soleiðis sum eg síggi tað umrøtt og viðgjørt.

Nei, nýggja útspælið hevur akkurát ongar nýhugsanir, hvørki hjá politikarum ella fakfelagi, tað ræður bara um at styrkja verandi skipanir, starvsfólkunum fyri eyga og politikarum og fakfelagi sum tilverugrundarlagi, burturav. So er tað at fáast við.

Eldraøkið - og ynski um nýhugsanir, rationaliseringar og langtíðarhaldføri hjá kommununum - er uppgáva hjá politikarum.

Fakfelagið er til fyri limirnar.

Tey kundu verið viðspælarar og havt boð um, í samráði við sínar limir, hvussu tey betri kundu serviserað eldraøkið, uttan at tað skuldi gingið út yvir starvsfólkini, nei, tvørturímóti gjørt arbeiðið virðiligt, givið tí tign og ment starvsfólkini til breiðari tænastu, í samsvari við tað, sum brúkarin ynskir og innanfyri settu fíggjarkarmarnar.

Eg rokni við, at man meira hevur hongt seg í orð, - uttan at hyggja eftir, hvussu ein gerandisdagur kann verða skipaður, og at tað snýr seg um prinsippir, ístaðin fyri loysnir. Tíverri.

So koma Búskaparráð, Kommunufelag og aðrir áhugabólkar at endurtaka seg sjálvi um fíggjarligt haldføri, - um at okkum tørvar reformar og at økið má fáa politiska raðfesting. Soleiðis sum vit hava hoyrt tað í áratíggjur. Politiskt sær tað ikki út til at fáa nakran úr stólinum, ikki heldur nakra bygnaðar-, organisatoriska ella fíggjarliga vend.

Og eingin gevur økinum gætur, í tann mun tað skal fáa gætur!

Bara so vit øll vita tað- eisini Kringvarpið, sum átti at verið virkið og Búskaparráð, sum mælir til og mælir til, upp í saman.

Eisini skattafíggjað.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo