Eitt nýtt, føroyskt tónleikasamstarv stendur í síðsummarblóma. Tað eru Silvurdrongur og Eivør, sum hava gjørt eitt lag saman, og tað er nú tøkt á Spotify og øðrum tónleikamiðstøðum.
Lagið eitur NÚ. Tað er Per I. Højgaard Petersen, sum hevur komponerað og ljóðblandað lagið. Eivør og Silvurdrongur hava gjørt lagið til tekstin, sum Silvurdrongur hevur skrivað.
Tónleikaliga blandar lagið myrkur og ljós, meðan teksturin viðger mýtologisku nornurnar Urd, Verðandi og Skuld, sum spinna lívsins træðrir.
Hoyr lagið her: lnk.to/_nu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo