Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Bústaðir kann byggja fyri 350 mió. afturat og kommunur skulu kunna stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við Bústøðum. Hetta eru høvuðstættirnir í bústaðauppskotinum, sum Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, í dag hevur borið løgtinginum.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa fleiri og fjølbroyttari bústaðir, og sum liður í hesum arbeiðinum hevur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við bústaðamálum, í dag borið løgtinginum eitt uppskot um almannaganglig bústaðafeløg.

- Næstan dagliga hoyra vit um familjur, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, og vit vita, at størstu útreiðslurnar hjá teimum allarflestu eru bústaðarútreiðslurnar. Skulu vit veruliga bøta um liviumstøðurnar hjá teimum lægstløntu í samfelagnum, er tað alneyðugt at gera nakað við bústaðarmarknaðin. Tí eri eg sera fegin um tær broytingarnar í uppskotinum, sum eg í dag havi borið løgtinginum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Uppskotið leggur upp til, at kommunur í framtíðini kunnu stovna feløg saman við Bústøðum, sum útvega, eiga og umsita leiguíbúðir í viðkomandi kommunu. Og harafturat verður lániheimildin hjá Bústøðum hækkað við 350 milliónum úr 700 milliónum upp í 1,05 milliard. Við lógaruppskotinum fær Húsalánsgrunnurin eisini heimild til at læna til bústaðabygging frá útlendskum lánveitarum.

Almannagagnlig bústaðafeløg
Tá tað kemur til almannagagnlig bústaðafeløg skal kommunan, sambært uppskotinum, seta millum 10% og 20% av útveganarvirðinum fyri leigubústaðirnar í felagið, sum hon stovnar saman við Húsalánsgrunninum. Innskotið hjá kommununi kann antin rindast í reiðum peningi ella við byggilendi, byggibúning ella við verandi bygningum, sum kommunan eigur.

Húsalánsgrunnurin skal seta minst somu upphædd í almannagagnliga bústaðafelagið, sum kommunan ger. Endamálið við hesi lógarbroytingini er bæði at fáa meira pening til vega, til at fíggja bústaðabygging kring landið, men eisini at fáa til vega bíligari fígging og harvið bíligari húsaleigur, og verður hetta úrslitið av, at innskotið frá kommununi er at roknað sum rentu- og avdráttarfrítt lán.

- Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá eg bleiv landsstýriskvinna, var at loysa Bústaðir frá kravinum um at byggja saman við tí privata. Tað merkir, at Bústaðir ikki longur skal byggja við vinnuligum avkasti fyri eyga. Hetta stigið, sum vit taka í dag er enn eitt fet móti at fjøltátta bústaðarmøguleikarnar. Málið er, at øll skulu hava møguleika til at rinda fyri tak yvir høvdið uttan at stúra fyri, hvussu tey fáa mat á borðið. Tað kemur ikki eftir einum degi, men hetta er eitt stórt stig á leiðini, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Uppskotið kemur til viðgerðar í Løgtinginum, tá tingið kemur saman aftur eftir nýggjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo