…hmm…mangt hongur saman í høvdinum av tí, sum ikki er…mangt vit so brøtt halda um líkt og ólíkt í verðini…
…einaferð…langt, langt síðan…undir fyrra heimsbardaga…í tí Harrans ári nítjanhundrað og átjan… var eitt…eftir nútíðarmáti…óvanligt ærumeiðingarmál fyri í Old Baily-dómhúsinum í London…málið snúði seg um einki mætari enn sjálvan galipinnin…
…íleiðingin var ein blaðgrein í tíðarritinum The Vigilant, sum uttanflokkatingmaðurin Noel Pemberton Billing ritstýrdi…ein kjarrgalnasti varðhundskjaftur hjá bretskum veldi nakrantíð…ið hvussu er á prenti…greinin nevndist The Cult of Clitoris…ella Trúarsamfelag galipinsins…broddurin í henni vendur móti einum kanadiskt ættaðum konufólki, ið kallaði seg Maud Allan…ein víðfarin dama…hevði búleikast í bæði St. Pætursborg og Berlin, áðrenn hon endaði í London og vakti ans fyri berbróstaðan dans í anda Isidoru Duncans…nú á miðjum aldri hevði frøkun Allan tikið sær fyri at tulka Salome í eini privatari uppseting í London av samnevnda…men alment bannlýsta…leikritinum eftir Oscar Wilde…
…ástøðið í greinini hinvegin var, at eingin galipinnur fanst…og um tað vitnaðu virdir lívgagnafrøðingar fyri rættinum í Jesu navni og upp á sína vísindaligu æru…galipinnurin var eitt Satans uppspinnilsi til at villa kvinnur frá sínum Guðsgivnu skyldum og øsa upp í tær slíka ónatúr, sum Oscar Wilde var dømdur fyri rúm tjúgu ár frammanundan…hin sanna…hin góða og faðirlandskæra kvinnan var…sambært greinini…ein holdsgerð á jørð av himnadrotningini…hon gleddist uppi yvir sínum avkomi…lýddi kynsgleðisleyst sínum ektamanni og var eitt prýði fyri heim og samfelag…men tíverri fekk djevulin viðhvørt lokkað galipinnin inn í summar kvinnur og tilvit teirra um seg sjálvar…tá lótu tær seg syfta eftir honum út í synd og ósigiligan levnað…slíkar kvinnur gjørdu seg inn á Guðs ásettu natúr…tær gnagaðu rótina undan manndómi, framtaki og øllum reystligum dygdum, sum bretskur vilji til sigurs stóð á í krígnum móti týskinum og teirra húnaveldi…
…galipinnurin var sostatt ímyndin av landasviki…av einum murubrekið, ið nær sum helst kundi forherðað dáð og dirvi úr bretska hermanninum…men um hetta mundið…á várið í nítjanhundrað og átjan…gekk bretum og teirra sameindu ikki betur við hermótini enn so…hermenn falnir í hundraðtúsundatali við Passchendael í Flandri heystið fyri… útlitini smá fyri nøkrum sigri…
…eg kom at hugsa um hesa søguna, tá myndir alt í einum flyktust inn á almennar…sum aðrar miðlar… seinnapartin hvítusunnudag…myndir av fólki…flest…tað eg best dugdi at síggja…limir í føroyska Ísraelsfelagnum…tey vóru samankomin…segðist…til at halda stovningardagin hjá Ísraelska ríkinum fjúrtanda mai…og lítið um tað at siga…sum so…
…kortini umberst ikki, at hesi fólk…ella í minsta lagi summi teirra…vilja gykla eitt Ísrael fram í talu og skrift, sum ikki hongur saman av tí, Ísrael er í sögu og samtíð…eitt Ísrael, vit kann skilja og sansir skyna…eftir teirra hugmynd av bíbilska landinum við Miðjarðarhavsbotn er Ísrael útvalt…fólkið sum hvör steinpirra, tað hevur lagt undir seg…útvalt upp á ein kristiligan máta, onnur hava ilt við at fáa høvd uppá…ikki síðst Ísraelar sjálvir…
…Ísrael verður halgað upp í støðuhæddir, har landið næstan er sum Noel Pemberton Billing og hansara líkar sóu kvinnuna…ein himnadrotning við ongum galipinni…sama hvat Ísrael ger, er tað uttan synd…Ísrael er handan skeivt og rætt…ilt og gott…so at siga yvirmenskt…Ísrael er Guðs óreingiligi vilji…fyri honum má hvat og sum er víkja…hevur ongan rætt…hvörki her ella í erva…ja, er einans bosið, ið skal rívast úr básinum og kastast í eldin…at hugsa annað er fáfongd fáfongdanna…dømi um trúarligt veiklyndi…eins og kvinnan, tá hon letur djevulin lokka sítt gulreina hugafar frá Guði og øsir seg upp í ónatúr og islamismu…
…við slíkan samvistskudula bata eyðvitað hvørki skil ella orð…
…einaferð…tað eru nøkur ár síðan nú… hevði Filmsfelagið nakrar ísraelskar filmar á skránni í Havnar Bio…hetta vóru dygdarfilmar í einum úrvali, sum ísraelska mentamálaráðið hevði gjørt og bjóðaði áhugaðum gjøgnum sendistovurnar hjá teimum har suðuri við tí endamáli at geva hyggjarum innlit í tað samansetta lív, fólk liva í ísraelskari samtíð…eitt sindur var gjørt burturúr, tá fyrsta sýningin var…ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn hjástaddur…og somuleiðis nevndarlimir í føroyska Ísraelsfelagnum…íðan hvat…nú er hesin góði filmur um samkynd…opinskárað og fordómaleyst…ikki var langt liðið á sýningina, tá fóru nevndarlimirnir í Ísraelsfelagnum at akast, so tað brakaði í stólunum undir teimum…nei, hetta líktist svarta ongum, hildu tey…her vóru illar kreftir uppií… djevulin sloppin at vinda sakleysar føroyingar upp á ein galipinn av øllum tí versta, ið LGTB hevði drigið inn á føroyingar…
…nú kann onkur saktans halda, at blindastur er hann, ið kallar annan blindan…tað er so gudsdoy einki góðdýrakyn í palestinum…ha…?...tak gíslarnar…tak yvirgangin og drápini sjeynda oktober í fjør…Ísrael má hava rætt at verja seg…
…jú, hvat tá…
…men álopini sjeynda oktober vóru ikki byrjanin til kríggið, sum hevur staðið við og versnað síðan…kríggið hevur eina nógv longri forsøgu enn so og ein drúgvur partur av henni er, at Ísrael sum tað ríkið tað nú er…og verður frameftir…varð til eftir einum lítið øðrvísi leisti hugsjónarliga enn tá evropeisk stórveldi í farnum øldum løgdu hjálond undir seg víða hvar…eitt nú í Suður Amerika, Asia, Afrika, Australia og Miðeystri…palestinar, sum høvdu bygt landið við Miðjarðarhavsbotn eini túsund ár longur enn føroyingar hava bygt Føroyar, máttu so við og við víkja fyri einum vaksandi tali av jødiskum niðursetufólki…oftast úr londum, har jødar máttu tola mismun og vórðu forfylgdir av sínum kristnu samborgarum…
…í seinnu helvt av nítjandu øld tóku illvild í móti og fordómar um jødar til sín í alt fleiri evropeiskum londum…eitt nú Eysturríki, Fraklandi, Bretlandi og Týsklandi…hetta kom í kjalarvørrinum á versnandi forfylging í russiska keisaraveldinum…jødiskir flóttar flyktust haðani í stórbýirnar í mið- og vestur Evropa…stikni til jødar gjørdist skjótt ein rørsla og skipaði seg politiskt við flokkum, málgøgnum og upp á seg breiðari undirtøku millum fólk…tað gav eitt nú at bíta í hinum tiltikna Dreyfusmálinum í Fraklandi í átjanhundrað og hálvfemsárunum…og endin varð…sum øll vita…helferðin krígsárini nítjanhundrað og níggju og tretivu til nítjanhundrað og fimm og fjøruti…
…hitt leggja kanska færri í at vita, at helferðin var eingin søgulig tilvild…hetta skrímslið var gitið í og av evropeiskari siðmenning, sum gaman í… men dekan ov seint… skammaðist við avkomið eins okkurt hon ól úr reyvarholinum á sær…hesi skjótt fýrs árini síðan krígslok hevur helferðin verið okkara svarta samvitska…ættarlið eftir ættarlið…av tí sama hevur at kalla eingin leiðandi politikari…hvørki í Evropa ella Amerika…troysta sær at lagt seg út í politikkin hjá skiftandi ísraelskum stjórnum mótvegis palestinum…hvaðna minni givið teimum kravboð…so heft Ísrael tó er av vesturlendskum stuðli…ikki síðst hernaðarliga…ísraelskir myndugleikar hava tískil havt leysar teymar og úrslitið, at palestinar síðan nítjanhundrað og átta og fjøruti annaðhvørt hava verið riknir í útlegd ella avbyrgdir á tilskilaðum økjum…mest sum rættindaleysir…eins og frumbúgvar í Australia og Amerika t.d….
…og so legst annað afturat eisini…og fløkir henda sjógvin, ið longu brýtur so ymiskar vegir…øktur eftirspurningur eftir bíligari arbeiðsmegi í Vestur Evropa hevur síðan í trýss árunun greitt fyri tilflyting haðar úr londum í Miðeystri, Asia og Afrika…so hvørt sum tilflytarar gera ein størri part av fólkinum…serliga í býunum…vil stikni til tey „fremmandu“ taka fyri seg hjá teimum, ið…um eg so má siga…halda seg hava onkran frumburðarrætt í samfelagnum…somuleiðis birtir tað upp í stiknið…at tey tilfluttu javnan hava tey lakastu korini…tey lakastu størvini…teir lakastu bústaðirnar í teimum lakastu býlingunum…og av tí at henda lágstöðan í mongum förum vil darva atgongd til hægri útbúgving, fáa tey seg sjáldan upp í ta politiskt sterku miðstættina…tey seinastu tjúgu árini hevur stiknið til tilflytarar og fólk av tilflytaraætt vundið upp á seg…gjørst miðvísari…og skipað seg politiskt…hon fírir ikki fyri at gera vart við seg í miðlunum og á alnetinum…og setur seg…móti øllum rætthugsanarlíkindum…upp í tað politiska meginrákið…
…ja, tað er ikki ovsagt…eitt nú her í Bretlandi og í fleiri londum við í Evropeiska Samveldinum…at samfelagið er komið væl áleiðis at skapa sær ein nýggjan hatursfugl fyri tann jødan, tað hevði sovorðið agg av í nítjandu og fyrru helvt av tjúgundu øld…tann jødan, sum menn eins og Noel Pemberton Billing vildu gera til djórið í opinberingini…og fingu lov og klapp afturfyri frá almenninginum…tann jødin er í dag muslimurin í Evropa…
….ein dagin í farnu viku…á veg hiðani úr Clapham inn í býin við bussi…leið hundrað og sjey og tretivu…komu nakrar gentur upp í við eitt stoppistað uttan fyri ein skúla…tær gingu við turriklæði um høvdið og vóru skilliga av afrikanskum…helst somaliskum…uppruna…eini trettan, fjúrtan ára gamlar… …tær prátaðu saman…ikki sovorðið geggj sum gentur ofta fleiri saman…men heldur álvarsamari enn tær høvdu aldur til…helt eg…íðan hevði ein teirra fingið eini lítið næstrakærlig boð á fartelefonina…um sín uppruna og ta trúgv, hon er fødd inní…tær forstóðu ikki, tosaðu genturnar, hví tær í heilum…vanligar skúlagentur…skuldu standa hvørjum óviðkomandi sum var til svars fyri, hvat felagsskapir og stjórnir søgdu og gjørdu, ið hvørki tær ella teirra varðaðu av yvirhøvur…
…og ikki meir enn vón at tær spurdu…
…oftari og oftari…eins og bergmál úr søguni…hoyri eg hetta úti ímillum fólk her í London, at palestinar kunnu takka sær sjálvum fyri, hvussu teir vera viðfarnir í krígnum í Gasa…og yvirhøvur…muslimar eru sum lúsin, sama kynið í teimum øllum, segði ein bilførari vit koyrdu til hús við eitt kvøldið…
…jú, víst bergmálar søgan…
…til samanberingar kann eg vísa ivasomum á, at sambært eini veljarakanning í USA í apríl í nítjanhundrað og átta og tretivu hildu fýra og hálvtrýss prosent av teimum spurdu jødarnar sjálvar hava skyldina av, hvussu teir vóru fyrikomnir í Týsklandi…uppaftur fleiri vildu ikki hoyra grett um at loyva jødiskum flóttafólki inn í landið við teirri grundgeving, at jødar flestir antin vóru kommunistar ella høvdu tilknýti til skipað brotsvirksemi…
…í Føroyum mundi sinnalagið til jødar ikki vera nógv øðrvísi tá…sjálvur minnist eg jøda vera sagt um fólk sum ókvæmisorð langt fram í trýssárini…eitt nú orðið moldjødi…og tá føroysk bløð skrivaðu um illa gitnu Krystalnáttina tíggjunda november nítjanhundrað og átta og tretivu nurtu tey bara so hissini við yvirgangin og jagstranina…smoygdu hetta inn ímillum í tíðindastubbum um jødan, ið tveir dagar frammanundan…sjeynda november…hevði sníkt seg inn á týsku sendistovuna í París og skotið ein níggju og tjúgu ára gamlan sendimann, Ernst von Rath…eitt av bløðunum skoytti enntá sissandi uppí, at týska løgreglan hevði sagt „eingin mátti gera seg inn á jødarnar uttan heimild frá teimum ráðandi og innan fyri lógarinnar karmar“…tað var Dagblaðið…
…nú seks og fýrs ár eftir Krystalnáttina…í tí Harrans ári tjúguhundrað og fýra og tjúgu…hava vit…sum sagt…tikið jødan undir okkara samvitskuveingir…ið hvussu er fyribils…nú er muslimurin rót hins illa…hevur svorið seg saman við allar muslimar í allari verðini og krevur sítt pund av okkara kristna, vælferðarfrælsa holdi…í hvørjum líki sum er, er muslimurin nú tann djevulskapti galipinnurin í undirvitinum, sum vil taka okkara góð-kvenn-varnu sál sum ritan tekur bergið…íðan mugu vit verja okkum móti hesum…sum vit verja okkum fyri umfarsóttum…fyri vespum…og øðrum meinkrúti…við øllum ráðum…
…vit…tey reinhentu…reinhjartaðu…og reinhugsnu…vit, ið viljað øllum tað besta…vit hava gaman í okkara lýti…dálka eitt sindur…oyðsla eitt sindur…kríggjast eitt sindur…mismuna eitt sindur…men altíð við einum hjartans umhuga fyri teimum, tað svíður at…
…so her skal alt enda væl…stendur tað til okkara…ja, alskyns ting fara at enda væl…eingin óvitsskaptur galipinnur øsa okkum frá skili og hóvsemi…
…í teirri vissu lata vit um sansir og vit okkara ganga, hvussu leikur fer í Gasa…sinniliga hyggja vit at…sum var hetta eitt grindadráp, har endamálsins aldargamla og matneyðuga hevd rættvísger framferðina…her stendur um fólkaræðið, siga vit…um lívsvirði okkara…sjálvt grundarlagið undir brúkssiðmenningini…her dugir einki erkvisni…og soleiðis rópar palestinskt blóð til fánýtis inn í stovur okkara…dag um dag…
…og kortini…
…í Ísrael, ið fyri tað mesta…sum sagt…hongur saman av óvitan í huga okkara…í hesum av fordómum hjá summum útvalda landi…er ónøgdin vaksandi…í túsundatali mótmæltu fólk…ísraelskir borgarar…á gøtunum í Tel Aviv nú leygarkvøldið…kravdu, at stjórnin fekk enda á kríggið…á útreinskingarferðina móti Gasabúgvum…og alt fyri eitt tók stig til at fáa teir gíslarnar leysar, sum Hamas enn hevur eftir…
…og móti øllum líkindum helst hugsi eg við mær sjálvum kanska…kanska…
…spyrst so livst…
Cjj
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo