Øll vita vit, at lykilin til felagsskapin, trivnað og góða lívið liggur í samskiftinum við onnur. Samstundis kunnu vit staðfesta, at enn eru børn, ung og vaksin í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleikar at menna eitt samskiftismál, og vera hesi tí alsamt meira úthýst úr samfelagnum.
Lógartryggjaðu rættindi teirra verða áhaldandi skerd, og um røddin ikki verður brúkt, gerst hon veikari og veikari, og vandin økist fyri, at hon hvørvur. Fyri at sleppa undan slíkari vanlukku, mugu viðkomandi myndugleikar taka stig til at betra um rættindini hjá fólki til at menna eitt samskiftismál – uttan mun til aldur, diagnosu, hvar fólk búgva, brek og so framvegis.
Hvat er samskifti?
Grundleggjandi tørvur okkara at siga øðrum frá, hvørji vit eru, hvat vit ynskja, hugsa og kenna, at siga frá, at vera partur av felagsskapinum og bara at njóta at vera ein sosial vera, er av alstórum týdningi. Sjálvt vælferð og lógarverk verða jú smíðað við orðum, handhevjað við orðum og ment við orðum.
Í samsvari við brekrættindasáttmálan er samskifti eitt breitt hugtak. Umframt at skilja tað sum vanligt samskiftismál, er samskifti eisini eitt nú tekstsýning, samskifti við punktskrift og nerting, teknmál, stórstavaprent, tøkir margmiðlar, skrivligir og ljóðligir samskiftishættir, tekstir, ið fólk lesa upp, snið, ið víkja frá og eru vaksin um, samskiftistól og samskiftishættir, sum eisini fevna um tøka kunningar- og samskiftistøkni.
Í grundini er samskifti millum annað alt tað, sum ger okkum før fyri at liva og luttaka í samfelagnum. Tá ið brek og varandi sjúkur eru ymisk, eru samskiftishættirnir eins ymiskir.
Samskiftisdepilin kann vera loysnin
MEGD, limafeløgini og almenningurin hava áhaldandi givið til kennar, at avbjóðingar eru í sambandi við tænastur innan samskiftismenning, eitt nú frá Sernámi og Almannaverkinum, umframt at tænastustøðið hjá kommunum tykist vera misjavnt. Avbjóðingarnar tykjast sostatt í høvuðsheitunum at verða bygnaðarligar og/ella samskipanarligar, og tí er trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at finna nøktandi fyribilsloysnir.
Eitt nú kann Barnaverkætlanin, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett í verk at betra um samstarvið millum viðkomandi myndugleikar, millum annað fremja munagóð tilboð at menna samskiftismálið hjá børnum. Talan er um eitt samstarv millum Kommunufelagið, Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið, sum skrivaðu undir eitt politiskt semjuskjal í mars 2023.
Verkætlanin er vælkomin og fer vónandi sum skjótast at føra til, at politiski myndugleikin fer at finna góðar og rímiligar loysnir.
Her hevur MEGD tó síðani 2014 víst á tørvinum á einum Samskiftisdepli, sum ikki er stýrdur av aldri, diagnosu, hvar fólk búgva ella breki, men har einstaklingurin eisini saman við avvarðandi kann møta upp, fáa vegleiðing, ráðgeving og neyðugu samskiftismenningina.
Manglandi samskiftismenning til børn og ung
Tá ið talan er um at menna samskiftisførleikar fyri børn og ung, hevur Sernám seinastu tíðina ført fram, at tænasturnar, tey bjóða, eru nøktandi. Á heimasíðu teirra stendur, at viðvíkjandi sersamskifti geva tey ráðgeving og vegleiðing til avvarðandi at børnum og ungum við skerdum virkis- og samskiftisførleika og starvsfólk, ið eru um tey.
Víðari stendur, at tey millum annað ráðgeva innan teknisk hjálpartól, innan ymiskar arbeiðshættir og annað viðkomandi tilfar at nýta í gerandisdegnum og í skúlaundirvísing. Her er málbólkurin børn við varandi skaða til dømis við fjølbreki, við heilaskaða og børn við syndromi, sum hevur ført við sær málsligan, kropsligan og/ella kognitivan skerdan førleika.
Sernám fær tó ikki viðhald frá øllum foreldrum og avvarðandi, sum við støði í egnum royndum vísa á, at Karlstad-modellið virkar. Hetta siga tey av teirri einføldu orsøk, at tey síggja børnini mennast í samskiftinum, og avbjóðingin er, at tey ikki hava fingið onnur nøktandi samskiftistilboð í boði.
Eingin menning uttan um áhugafeløgini
Kjakið um Karlstad-modellið hevur fylt nógv og hevur ført til, at politiski myndugleikin nú umvegis Sernám bjóðar eina fyribils loysn til børn og ung við Karlstad-modellinum. Um vit hyggja eftir sjálvari avtaluni, so tykist tilboðið ikki at vera nøktandi skipað, og fyri tað næsta verður tað bara boðið børnum við ávísari diagnosu. Øktur vandi er tí fyri, at ávísir bólkar av børnum og ungum, orsaka av diagnosu ella avbjóðingum teirra, detta niðurímillum skipanir.
Afturat hesum var stjórin í Sernámi í august 2023 í Degi og viku ivandi um nýggju tænastuna og segði, at tænastan er eitt politiskt ynski, sum tískil er vorðin ein partur av Sernámi. Hetta gevur ein álvarsaman iva, um tað í veruleikanum er ein tænasta, sum Sernám er áhugað í at veita.
Hetta er enn eitt dømi um, at skjótar loysnir tykjast ikki at tryggja støðug og rímilig rættindi og rættartrygd. Hetta er harav ein grundleggjandi orsøk til, at vælferðartænastur mugu verða skipaðar breitt, við røttum hugburði og við langtíðarætlanum.
Grundarlagið fyri samskipan og samstarvi má styrkjast
Í mars mánaði sendi MEGD og øll 24 limafeløgini út eina yvirlýsing við heitinum ”Øll børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív”. Høvuðsboðskapurin við yvirlýsingini er, at viðurskifti og umstøður hjá børnum og ungum í Føroyum beinleiðis og áhaldandi føra við sær, at rættindi hjá fleiri teirra ikki verða vird.
Felags royndir okkara vísa, at verandi loysnir tykjast at vera minni enn hálvar, og samskiftismenningin hjá børnum, ið eitt nú eru knýtt at kommunum ella Sernámi – og hjá vaksnum, har Almannaverkið hevur ábyrgd - ikki tykist at vera nøktandi.
Barnaverkætlanin má sostatt megna eisini at fremja rættindini hjá børnum í verki at menna egið samskiftismál, og vónandi vera somu rættindi tryggja hjá vaksnum, ið bera brek. Tí hvat menniskjasligt virði fara nýggju skipanirnar at hava, um hesar ikki megna at tryggja rættindini til egið samskiftismál.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo