- Minst 200 flogfør fara at standa til 2022, tað sigur Lufthansa, sum er eitt av heimsins størstu flogfeløgum, í einum innanhýsis skrivi til síni starvsfólk, sum tíðindastovan Reuters tó hevur fingið hendur á.
Týska flogfelagið Lufthansa ræður yvir 763 flogførum, og nógv tey flestu vórðu sett, tá koronakreppan rakti í mars mánaða.
Leiðslan í Lufthansa skrivar til síni starvsfólk, at tey kunnu vænta, at 300 flogfør fara at standa í alt næsta ár, 200 fara helst at standa í 2022 og á sumri 2023, tá kreppan vónandi er hasað av, fara kortini framvegis eini 100 av flogførunum at standa.
Nógv starvsfólk eru søgd úr starvi hjá Lufthansa, og brævið er ein ætlan frá leiðsluni at greiða starvsfólkunum frá, hvussu leiðslan metir um framtíðina, og hvat tey kunnu vænta sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo