Helgi Abrahamsen á Fecebook: Í dag er eitt ár síðani Løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn bjóðaðu seg fram til at fáa føroyska samfelagið á rætta kós.
Tey høvdu loysnina uppá alt.
Tey vunnu valið og 22. desembur varð samgonguskjalið undirskrivað.
Tað hevur ikki gingist serliga væl hjá samgonguni hetta farna árið, og veljarakanningarnar vísa eisini at veljarin hevur mist tolið við teimum.
Um eina viku fer tingið heim, so komandi vika fer at vísa, um mvg-ið á gerandisvørum fer at lækka frá 1. januar 2024 og um fíggjarlógin fer at vísa avlop soleiðis at Búskapargrunnurin verður fyltur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo