Sjúrður Skaale á Facebook: Danska ríkið hevur eitt sera stórt geopolitiskt “talvborð”, sum røkkur frá Eystursjónum, umvegis Norðuratlantshavið og upp í Arktis. Men talvfólki er lítið av.
Fimm fregattir. That’s it.
Og tey skipini, sum virka kring Føroyar, eru ov gomul - til dømis hava kanónirnar ikki riggað í fleiri ár.
Vit kunnu siga, at talan er um finnur í talvinum.
Nú um dagarnar máttu tvey skip í Grønlandi leggjast fyri trupulleikar - og so fór tað eina, sum var við Føroyar, til Grønlands.
Tað er eitt óheppið signal at senda. Bæði til okkara sameindu grannalond - Norra, Bretland og Ísland - og til Russland.
Og tað snýr seg ikki bara um verju, men eisini um at tilbúgvingin verður verri, tá einki verjuskip er her, sum føroysk skip og tyrlur kunnu samstarva við um bjarging.
Tað rætta er at smíða nýggj skip. Tað segði eg í dag - aftur, aftur - við donsku TV-avísina, sum viðgerð evnið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo