Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-098/2023 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um grønar prísir frá SEV

Spurningar:
1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at avslátturin til hitapumpur og elbilar verður minkaður niður í eina helvt í 2028 og tikin av í 2030?

2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at 3.000 húskir síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli?

3. Ætlar landsstýriskvinnan at skipa so fyri, at avsláttur av el til hitapumpur og elbilar heldur fram og verður lagdur í eina fasta legu?

Svarað verður undir einum
SEV hevur á heimasíðu síni fráboðað, at avslátturin fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar ætlandi verður minkaður niður í helvt í 2028 og tikin av í 2030.

Slíkar prísbroytingar skulu fyrst góðkennast av aðalfundinum og síðani av Elveitingareftirlitinum. Hetta er ikki gjørt.

Í uppskotinum um broytingar í elveitingarlógini, sum fyri kortum varð lagt fyri Løgtingið, er ásett, at SEV kann gera avsláttarskipanir fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur, til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl.

Sostatt er ætlanin at heimildin at lata avsláttur av el til hitapumpur og elbilar skal varðveitast.

Tað er týðandi at viðmerkja, at sjálvt uttan avslátturin loysir íløgan í hitapumpu í allar flestum førum seg fíggjarliga. Men tað er ein sannroynd, at avslátturin bøtir nógv um orkukostnaðin. Eitt miðal húsarhald, sum brúkar 8.000 kWt um árið, sparir 4.000 kr. árliga á elrokningini eftir avslátturin.

Fyri stóran part av húsarhaldunum, sum hava gjørt íløgur í grønar málarar, ber tí til at spara grøna elmálaran inn aftur. Men tað er greitt, at um verandi avsláttur verður lækkaður og tikin av, uttan at annar verður settur í staðin, so vilja húsarhald, sum stutt undan hava sett upp grønan málara, ikki náa at fáa endurrindað sína íløgu. Tað setur mong húsarhald í eina trupla støðu, við tað at fortreytirnar fyri íløguna í grøna hitaskipanina og málaran, ið tey gjørdu í góðari trúgv, broytast.

SEV hevur í síni ársfrásøgn sagt, at orsøkin til at avtaka avslátturin, er at MVG afturberingin fyri hitapumpur fram móti 2028 verður avtikin. Hesar stuðulskipanir kunnu tó ikki samanberast.

MVG afturberingin er ein afturbering fyri íløguna, ið verður gjørd, tá hon verður gjørd. Skipanin við avslátturin hinvegin tryggjar eina sparing yvir livitíðina av tí útgerð, sum er keypt. Slíkt útgerð hevur vanliga væl yvir 10 ára livitíð.

Men eg skal endurtaka. SEV hevur ikki formliga sett fram nakað ynski um at avtaka avslátturin ella biðið Elveitingareftirlitið um at góðkenna prísbroyting.

Ein avgerð um minking ella avtøku av stuðlinum kemur at byggja á eina ítøkiliga meting av støðuni viðvíkjandi orkuskiftinum til ta tíð.

Umhvørvismálaráðið, tann 12. mars 2024
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo