Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunustýrislimir hava seinastu mongu árini kjakast um trupulleikan við teimum nógvu tómu húsinum kring Føroyar. Annika Olsen hevur verið partur av hesum kjakinum, millum annað í stýrinum í Kommunufelagnum.

Ein ognarskattur, sum vit kenna tað í øðrum londum, er ein skattur á virðið á ognini. Tað sum Kommunufelagið og landsstýrið hava umrøtt er eitt gjald fyri tænastur, og hevur sostatt onki við ognarskatt at gera.

Annika Olsen veit væl, at í ávísum kommunum stendur annaðhvørt hús tómt. Annika Olsen veit eisini fullvæl, at ein og hvør ogn hevur við sær útreiðslur fyri eina kommunu. Hvør ogn skal hava reint vatn, vera partur av einari góðkendari spillvatnsskipan, vera partur av einum kommunalum vegakervi, sum skal viðlíkahaldast, hava gøtuljós og ruddast fyri kava, tá ið tað er neyðugt. Hetta uttan mun til um ein skattgjaldari býr á ognini ella ikki.

Er tað rímiligt, at tey, sum til dømis eru eftir í einari kommunu við stórari fráflyting umvegis sín lønarskatt, skulu halda allar tær útreiðslurnar, sum eru knýttar at ognum hjá fólki, sum ikki búgva í kommununi? Er tað rímiligt, at tey sum eftir eru, skulu gjalda fyri, at onnur skulu kunna fáa eina tænastu ókeypis?

Í kommununum verður ikki hildið, at hetta er rímiligt. Okkara greiði varhugi er eisini, at tey sum eiga eini summarhús, fegin vilja gjalda fyri tænasturnar í nærsamfelagnum.

Á fundinum millum Landsstýrið og Kommunufelagið varð umrøtt at geva kommununum heimild at taka tænastu ella brúkaragjøld. Tað verður tó framvegis upp til einstøku kommunurnar at nýta heimildina ella at lata vera.

Hvussu hesi viðurskifti neyvari skulu regulerast, verður ein spurningur, sum land og kommunur í sátt og semju fara at viðgera komandi tíðina.

Okkara ynskir er at tað skal verða liviligt í øllum landsins kommunum.

Heðin Mortensen
Formaður í Kommunufelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo