Samráðingar vóru mánadagin og týsdagin í London millum strandaríkini Føroyar, Bretland, ES, Ísland, Grønland og Noreg, um at býta makrelin millum londini.
Men í løtuni er einki sum røkist fyri eini semju um at býta makrelin millum londini.
Londini eru tó samd um at hittast aftur til samráðingar í London 5. og 6. desembur 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo