Føroya Bjór: Í morgin kemur onnur whisky-fløskan, ið heiðrar fugli í Føroyum.
Talan er um 9. tappingina av Einar´s whisky. Hon er sett saman av 90 litra Oloroso sherry-føtum og einum 220 litra fati, har Marsala heitvín hevur verið goymt. Marsala er strandarbýur í útsynningspartinum av suðuritalsku Sisilu. Blandingin er ein væleydnað fløska við 53% styrki.
Mikkjal á Ryggi skrivar um músabróður í Fuglabókini frá 1951: - Omaná er hann morreyður, í neðra gráligur við svørtum rondum. Kvikur til fóts, kimiligur og knappur í vendingini. Hoppar, titar, skimast og kagar eftir øllum. Altíð er hann fróur og kátur, syngur bæði árla og síðla, og syngur fagrast av øllum Føroya fuglum — og so harðmælt hatta lítla er!
Smaksnoturnar í Músabróðri eru:
Color: Tawny
Nose: Cut grass, vanilla, caramel and apples
Taste: Turkish delight, candied pineapple, barley sugar drops and Créme brulée
Finish: Hay, orange zest, malt and cinnamon
1423 fløskur komu burturúr tappingini hesaferð. Tær fáast til keyps í Rúsdrekkasølu landsins, Duty Free á flogvøllinum í Vágum og í handlinum á Norrönu í morgin, fríggjadagin 22. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo