Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Einangran: Einangran er aftur við nýggjum staklagi, Hoyr mína rødd, ið er av komandi plátuni, Vendir vindar, ið verður givin út eftir summarfrítíðina. 

Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronusóttin legði landið lamið í mars 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, Einangran, har lagið, Kanska gjørdist ein landaplága í Føroyum, og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú er Einangran aftur við nýggjum staklagi, ið kallast, Hoyr mína rødd, ið er síðsta staklagið, ið verður givið út, áðrenn plátan kemur út, tá summarið er av.

Sangurin snýr seg um at koma burturúr avbjóðingum sínum, og at koma á føtur aftur, eftir at ein hevur verið ígjøgnum truplar tíðir.

Sangurin eggjar lurtaranum til at vera djarvur og at standa upp fyri seg sjálvan, og til ikki vera bangin fyri at brúka sína rødd og at verða hoyrdur.

Dreymakenda framleiðslan er skapað av navnframu framleiðarunum, Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakarisi Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri millum onnur Frum og Frostfelt.

Hettar er seinasta staklagið, ið verður givið út, áðrenn Einagran geva út heildarútgávuna Vendir vindar eftir summarfrítíðina. 

https://youtu.be/cjbwxyR1uz0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo