Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fyrst norðan, seinni eystan, hann minkar vindin niður í gul til lot, turt og sól ein stóran part av degnum, hitin um 12 stig.

Týsdagin gul millum eystan og landsynning, turt, smáskýggjað og sólglottar og hitin um 10 stig.

Mikudagin lot til frískan vind av eystri, skýggjað og hitin um 8 stig.

Hósdagin strúkur í vindi, fyrst av eystri, seinni av suðri, regnæl mitt á degnum, móti kvøldi makar hann vindin og hitin um 8 stig.

Fríggjadagin gul av landsynningi og suðri, okkurt ælstroyggið men eisini fleiri løtur við sól og hitin 10-12 stig.

Næsta vikuskifti verður veðrið eisini gott við nærum ongum vindi av eysturætt, sól, serliga leygardagin, okkurt æli sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo