Í morgin og týsdagin verður lítið lot av landsynningi, sólglottar og hitin millum 6 og 8 stig.
Mikudagin verður heldur frískari vindur, men tó framvegis tur og sól av og á. Hitin framvegis um 8 stig.
Hósmorgunin kemur kanska eitt lítið ælstroyggj tíðliga á degnum. Men dagurin endar við sól ella sólglottum og tað verður bert eitt gul millum útsynning og útnyrðing. Hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin vesturhallur sunnan, sum frálíður veksur hann vindin upp í ein strúk, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 8 stig.
Næsta vikuskiftið verður upp í strúk í vindi av útsynningi, kanska okkurt æli sunnudagin, hitin millum 5 og 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo