Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mánadagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi. Hitin um 8 stig og regn ella ælaveður tað mesta av degnum.

Týsdagin: Millum sunnan og eystan og sum frá líður bert lot ella gul, hitin um 10 stig og regn, serliga tíðliga og seint á degnum

Mikudagin: Fyrrapartin regnar, men um middagsleitið slítur í. Hann verður norðan í ættini, gul til stívt andøvsgul. Hitin fyrst um 10 stig men sum dagurin líður kølnar og tá kvøldið kemur brestur hann rættuliga knappliga á við nógvum vindi, avfalli og hørðum hvirlum.

Hósdagin minkar vindurin sum frá líður, framvegis av norði, hitin millum 4 og 6 stig og turt fyri tað mesta.

Fríggjadagin verður gott veður, mestsum stilli, sólglottar, turt allan dagin men kalt - um eini fimm stig.

Langtíðarforsøgnin sigur, at næsta vikuskiftið verður gott veður, tað verður turt, vindurin kemur lágt, kanska mest av landsynningi og tað verður lýggjari aftur, upp móti 10 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo